Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lítið hugalig hagtøl higartil fyri KÍ: Ringasta kappingarbyrjan hjá KÍ tey síðstu 10 árini

Norðlýsið ÍTROTTUR

Næst vánaligasta kappingarbyrjanin hjá KÍ síðstu 10 árini var í 2000, tá ið KÍ hevði 1 stig eftir fyrstu 3 dystirnar, men í ár er einki stig komið í hús eftir 3 Formula-dystir.

Enn eru ov fáir dystir leiktir til at gera avgjørdar niðurstøður, og ein kappingarbyrjan fevnir sjálvandi um fleiri enn bara 3 teir fyrstu dystirnar.

Hinvegin lúgva hagtøl ikki, um tey verða óheft endurgivin, og tað er tað, sum vit her gera, uttan at nøkur størri niðurstøða nýtist at koma burtur úr tí.

Sambært hagtølunum fyri 3 teir fyrstu dystirnar í tíðarskeiðnum 1998-2008 er kappingarbyrjanin hjá KÍ í ár tann vánaligasta í nevnda tíðarskeiði.

Eftir 3 dystir hevði KÍ í:
 
2008: 0 stig
2007: 4 stig
2006: 5 stig
2005: 7 stig
2004: 5 stig
2003: 7 stig
2002: 3 stig
2001: 5 stig
2000: 1 stig
1999: 7 stig
1998: 5 stig

Enn eru bert 3 dystir leiktir, og 24 eru eftir at spæla, so alt kann væl og virðiliga og fer uttan iva eisini at broytast, sum tað fer at líða út á árið.

KÍ hevur heldur ikki havt ta lættastu byrjanina, har serliga tann fyrsti móti EB/Streymi og tann triði móti HB vóru torførir á pappírinum, meðan tapið á Skála hinvegin mundi vera eitt vónbrot, hóast tað var á útivølli.

Harleyfacadeacryl