Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lítið veiggj í klassikaranum

Jákup Ósá Myndir: Álvur Haraldsen/Símun á Høvdanum

HB-KÍ 2-0: Tað var helst minst áhugaverdi HB-KÍ dysturin í fleiri ár, sum vónbrotnu áskoðararnir sóu í góðveðrinum í Gundadali sunnudagin.

HB-KÍ 2-0: Tað var helst minst áhugaverdi HB-KÍ dysturin í fleiri ár, sum vónbrotnu áskoðararnir sóu í góðveðrinum í Gundadali sunnudagin. HB vann tryggan 2-0 sigur.

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst millum tey bæði størstu og mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti sunnudagin í 3. umfari í Effodeildini. Men hvussu undirhaldandi tað fór at vera, var meira ivasamt. Tí bæði HB og KÍ hava higartil í ár spælt lítið undirhaldandi, har HB spælir munandi meira varið og skipað enn í fjør, meðan KÍ spælistílurin higartil hevur kastað fáar mál møguleikar av sær kanska við undantaki av ÍF dystinum í 1. umfarinum. Hjá KÍ vóru Heðin Klakstein og Álvur Christiansen ikki tøkir og inn fyri teir komu Ivan Joensen og Jóhan Jacobsen.

Undirhaldið kom ikki

Og tað bleiv eitt vónbrot av teimum stóru, sum áskoðararnir vóru vitnir til hendan dystin. Lítil leikferð, fáir mál møguleikar og sum heild lítið undirhald er ikki gerandis kostur, tá hesi bæði liðini spæla. Talan kundi gott verið um venjingardyst, tí lítið bleiv lagt fyri. HB var betra liðið í fyrra hálvleiki og eitt mál lá í luftini, tá Fróði Benjaminsen skoraði í 16. minutti. Eftir málið hevði HB fult tamarhald á restina av fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki var talan um javnan dyst. KÍ fekk sín einasta stóra møguleika, tá Hjalgrím Elttør fann Páll A. Klettskarð, sum skeyt væl móti málinum, men Teitur M. Gestsson, sum seinni mátti av vøllinum við skaða, bjargaði framúr væl. Í 74. minutti staðfesti Rógvi Hilm HB sigurin eftir at hann stútaði hornasparks innlegg frá Christiani Mouritsen í málið. Seinastu løtuna var hæddarpunktið, at KÍ miðverjin Jonas Flindt Rasmussen fekk sítt seinna gula kort og harvið reytt kort. HB sigurin var fult uppiborin, men meistararnir føla seg neyvan hava spælt nakran góðan dyst kanska við undantaki av verjupartinum, sum hekk væl saman, tí KÍ kom ikki til nakað nevnivert av mál royndum allan dystin.

Kann bara ganga betri

Sum heild kann sigast um hendan dystin millum hesi søguríku feløgini, at tað var lítið sannførandi at skriva heim um. HB kann fegnast um 3 stig og ein tryggan sigur, har meistararnir heldur ikki hesaferð sannførdu áskoðararnir leikliga. KÍ hevur fingið nógv betri tak á verjuspælinum í mun til í fjør, men álopsspælið hevur havt nærum samsvarandi afturgongd. 3 málmøguleikar í tveimum teimum seinastu dystunum er ikki nakað, sum KÍ er kent fyri hesi seinastu árini. Tað var ei heldur vilji, trúgv ella spæligleði at síggja hendan góðveðurs dagin í Gundadali á KÍ liðnum, sum ongantíð megnaði at seta HB undir trýst. Bæði liðini kunnu tó fegnast um stig úrtøkuna hesi fyrstu trý umførini. Tí 7 stig til HB og 6 stig til KÍ høvdu báðir hóparnir helst keypt frammanundan við leikskránni í huga. Men leikliga kann tað bara ganga betri hjá báðum liðum í mun til hendan dystin, sum helst skjótt fer í gloymi bøkurnar.