Bara átta fólk møttu á felags uppstillingarfundi hjá fólkaskúlunum í Klaksvík
Síðani skúlastýrisvalini blivu umskipað í 2002 er áhugin fyri uppstilling minkaður burtur í einki.
Uppstillingin var umskipað frá at verða politisk til bert at verða fyri tey, sum hava børn í skúlunum.
Skúlastýrini skullu nú veljast fjórða hvørt ár, og tá skipanin varð sett í verk í 2002 var umráðandi at bara foreldur, sum høvdu børn í skúlanum, sluppu at velja og stillað upp til skúlaráði.
Eftir gomlu skipanini kundu øll velja og stillað upp og áhugin fyri valinum var stórur.
Tá varð stillað upp politiskt og til skúlaráðsvalini í Klaksvík vóru vanliga seks listar við upp til átta valevnum á hvørjum.
Trý fólk skullu veljast í skúlastýrini og á seinasta skúlastýrisvalinum stillaðu bert átta fólk upp til stýrið fyri Skúlan við Ósánna
Eingin áhugi millum foreldur
Símun Petur Hjelm, formaður í valnevndini fyri Ósáskúlan sigur at áhugin fyri at stillað upp er lítil og eingin.
– Vit høvdu uppstillingarfund fyri báðar skúlarnar í gomlu fimleikarhøllini á Ziskatrø gjárakvøldið og har vóru tilsamans 13 fólk á fundinum, íroknað fimm valnevndarlimir.
– Øll hava eina meingin um viðurskiftini í fólkaskúlunum og tí er tað sera hugstoytt at áhugin millum foreldur fyri skúlastýrisvalinum er so lítil.
– Í løtuni er eingin komin uppá listarnar til skúlastýrisvalið og hetta er trupult at skilja tí øll foreldur hava fingið tilfar um valið.
——
Freistin at stillað upp er týsdagin 4. november kl. 18 og uppskotini til valevni skullu verða inni hjá formonnunum fyri valstýrini á Skúlanum á Ziskatrø, Signar á Brúnni (tlf. 225025) og Skúlanum við Ósánna Símun Petur Hjelm (tlf. 218373).
Fólk kunnu lata uppskot inn til skrivstovurnar hjá skúlunum fram til týsdagin 4. november kl. 18.




