Í hesi vikuni hevur vist einans Kallanes verið á útiróðri, teir avreiddu um 3000 pund í gjár. Veðrið var ikki av tí besta og teir settu norður úr Barinum.
Kallanes var eisini leygardagin, og tá avreiddu teir sløk 5000 pund. Men prísurin hevur verið sera góður, nú lítil útróður hevur verið. Bæði hýsan og toskurin eru komin uppum 20 krónur fyri kg.
Orsøkin til minni útróðraráhuga í løtuni kemst av at summir rigga til eftir at hava verið við snelluni í summar, ímeðan veðrið eisini hevur verið vánaligt og hartil smáligur fiskiskapur.




