er metingin frá lærarunum á Sjómansskúlanum í Klaksvík.
Vit ringdu til Sjómannskúlan í Klaksvík og spurdu hvønn veg teir mettu vera høgligast at fara við Grindini.
– Um vit meta út knattastøðuni sum tit hava givið okkum, so er sera lítl munur millum at fara á Gøtu ella Hvannasund.
– Men sum vit skilja so svimur grindin íløtuni móti Svínoynni og tí er skuldi verið lag á manni at fara norður í Sund.
– Um alt gongur væl so kann tað taka einar tríggjar tímar til grindin verður í Hvannasundi.
Rakið gongur í móti
– Tað er byrjað at reka suður og heldur tað fer at halda á við at reka suður til kl. 18.
– Men streymurin er góður í løtuni so tað kanska gongur á líkavæl.
– Ein møguleiki kann vera farið á Borðoyavík at bíðja. Tí sum støðan er í løtuni er mótrák baði tá farið verður norður í Sund og eisini tá fari verður um Boroyanes við kós móti Gøtu.




