Samgongan hevur fingið 52 prosent og andstøðan 48 prosent av umrøðuni í fjølmiðlunum undir valstríðnum. Tað vísir miðlabarometrið hjá SamFelagnum, nú løgtingsvalið verður í morgin.
Størstu flokkarnir á tingi hava fingið mestu umrøðuna í fjølmiðlunum undir valstríðnum. Fólkaflokkurin hevur fingið 25 prosent av allari umrøðu. Sambandsflokkurin hevur fingið 20 prosent, Javnaðarflokkurin hevur fingið 19 prosent, Tjóðveldi hevur fingið 17 prosent, Miðflokkurin hevur fingið 7 prosent, og Nýtt Sjálvstýri og Framsókn hava fingið 6 prosent.
Seinastu vikuna upp undir valið er tað serliga Fólkaflokkurin sum hevur fingið mest umrøðuna við góðum 36 prosentum av umrøðuni. Honum næstur er Javnaðarflokkurin við 16 prosentum.
Tað er SamFelagið, felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, sum hevur fylgt umrøðuni av flokkum og valevnunum undir valdystinum. Miðlabarometrið er at finna á www.samfelagid.fo/val.




