Lítlir og klæntrasligir nýføðingar gerast ofta tjúkk sum vaksin. Ein nýggj donsk kanning vísir júst hendan tendensin. Orsøkin er at fostrið fær ov lítið at eta í búkinum hjá mammuni.
Lítlir og klæntrasligir nýføðingar gerast ofta tjúkk sum vaksin. Ein nýggj donsk kanning vísir júst hendan tendensin. Orsøkin er at fostrið fær ov lítið at eta í búkinum hjá mammuni.
Børn sum ikki vuksu nóg nógv, ta tíðina tey lógu í búkinum hjá mammuni og tískil føddust sum lítlir nýføðingar, kunnu lættliga koma at oveta seg restina av lívinum.
Orsøkin er ein villa í mekanismuni, sum regulerar svongd. Heilin ger ikki nokk av ’leptin’-hormunum, ið er metta.
Teir lítlu nýføðingarnir verða noyddir til at eta meira fyri at yvirliva, enn tey við rættvekt. Trupulleikin er, at hesir blíva við at eta nógv, eisini tá ið teir viga nógmikið.
Tískil eru tað ofta persónar við lágari føðivekt, sum fyrr ella seinni gerast ov tjúkk og eru í váða fyri at fáa sukursjúku, vilja granskarar vera við.
So um tú undrar teg yvir, hví tú tær dámar so væl at heilsa upp á køliskápið, hevði tað kanska verið eitt gott uppskot at kanna tíni føðipappír.




