Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Litir, strikur og orð

Tíðindaskriv

Nú er Listaskúli Føroya á ferð og fara vit til Gøtugjógv 26. – 28. februar við hesum verkstovum:

Sansalig binding v/ Katrinu í Geil

Skriva ein “gysara” v/ Rakel Helmsdal

Tekna ein torsk v/ Janus Dam Guttesen

Í tráð við tíðarandan og ynski um tvørfakligt samstarv hava vit sett eitt vikuskifti á skrá, har tríggjar ymiskar verkstovur verða knýttar saman. Umframt dygga frálæru innan sítt egna fak, fáa bindarar, teknarar og søguskrivarar nú møguleika at uppliva aðrar skapandi lærugreinar á felags verkstovu.

Sansirnir eru høvuðsleikarar í verkstovunum. Hetta er neyðugt fyri at kunna skapa. Tí tú mást sansa verðina, lurta fyri at skriva, nerta fyri at skapa formligt og brúka eyguni, um tú vilt tekna.

Leik og lærd eru hjartaliga vælkomin og kunnu vænta sær dygdarfrálæru á høgum støði, har tey allarhelst læra nakað nýtt ella gerast enn betur til tað, tey longu duga.

Vælkomin til Skúlan við Gøtugjógv, tað er har, tað sker.

Minst til at tekna teg innan 22. Februar!

Les meiri um skeiðini á heimasíðuni www.listaskulin.info

Endamálið hjá Listaskúla Føroya er at veita dygdarfrálæru í øllum listagreinum á høgum støði fyri allar Føroyar, tí er skúlin á ferð runt alt landið og hesuferð er tað so í Eysturkommunu.

Harleywoodpaint