53 ára gamla listakvinnan Lív Ejdesgaard hevur hongt málningar upp á bindifestivalinum í Fuglafirði um vikuskifti. Lív er ættað út Oyndarfirði og hevur búð niðri meginpartin av vaksna lívinum og er vorðin ein viðurkend listakvinna seinastu árini.
Lív sýgur íblásturin úr uppvøkstrinum í Føroyum og føroyska ljósið seyrar úr undiirbevistheitini og niður í pensilin, har hon gandar máttmiklar litir, ið lýsa hennara innaru sinnisstøðu.
Lív er sera virkið listafólk, og hevur luttikið á fleiri sensureraðum framsýningum í Danmark og einaferð fer eisini í Italiu.




