Samstundis sum fyrireikingar til Summarfestivalin eru í hæddini, málar Óli Poulsen kør til fiskaframsýning av livandi fiskum.
Á Stongunum verða í løtuni fýra kør, sum skulu brúkast til at hava livandi fiskar í málaði av Óla Poulsen.
Eins og í fjør er verður møguleiki at síggja livandi fiskar á Stongunum á Sjómannadøgunum, sum verða hildnir í døgunum tann 16. – 20. august. Fleiri bátar og einstaklingar eru longu byrjaðir at savna fisk, sum skal í kørini.
Óli Poulsen er eitt sindur skeptiskur, um liturin er tann rætti til fiskarnar. "Eg loyvi mær at ivast í, um tann ljósablái liturin, sum botnurin í kørunum verður málaður við, er góður til fisk," sigur hann.




