Í tøttum samstarvið við Faroe Salmon royna umboð fyri Føroya Sjómannadag at fanga livandi hval í grindini í Gøtu.
Hjalti Poulsen, og Heini Gregersen standa fyri hesum átakinum, sum má sigast at vera sera spennandi.
Hjalti er í løtuni á sandinum í Syðrugøtu, har hann saman við øðrum roynir at fáa fatur á einum hvalinum. Heini Gregersen og aðrir frá Faroe Salmon gera stóran aliring kláran á Vánni til at hava hvalin gangandi í.
Fyrireikararnir av Føroya Sjómannadeg hava eisini biðið Sýslumannin í Eysturoynni um ein hval sum síðani verður frystur heilur, at skera upp á Sjómannadegnum.
Meira um alt hetta seinri
Føroya Sjómannadagur
í samstarvið við Føroya Banka og Klaksvíkar Kommunu




