Um lívbjargarastarvið:
Høvuðsuppgávurnar eru:
· at arbeiða sum lívbjargari, herundir taka lut í vaktarskipan
· at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
· at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
· at vaska høll, brúsudeild, sauna v.m.
Aðrar uppgávur eru:
· at samstarva um nýggj hugskot, kundanum at frama
· at taka lut í svimjihallarteknikki, so sum klorroyndir, PH-royndir v.m.
· at gera fyrifallandi umvælingar og viðlíkahald
· at avgreiða atgongugjøld o.a. í atgongumerkjasøluni
Vit sóknast eftir persóni, sum:
· hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga.
· (Lívbjargingarskeiðið kann verða tikið til starvið)
· hevur góð samstarvsevni
· er blíð/ur, fyrikomandi, nærløgd/lagdur, røkin og álítandi
· hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
· hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)
Setanarviðurskifti:
· talan er um eitt fulltíðarstarv. Arbeitt verður í einari skiftisskipan
Til ber at spyrja um hetta, við at venda sær til hallarleiðara
· lønar-og setanarviðurskifti sambært sáttmála við Starvsmannafelagið,
lønar-flokkur 3 við tilvísing til svimjihallarleiðaran
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv við nógvum opnum møguleikum.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðara á tlf. 21 41 76.
Umsóknin saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. juni 2016.
Klaksvíkar Svimjihøll
Er ein av íalt trimum svimjihallum í landinum, sum hevur 25 metra svimjihyl. Hevur baðiland og barnavinarligt umhvørvi við grunnum heittvatnshyli. Umframt hetta er hitarúm, heilsuklivar v.m. Høllin er bygd í 1974.
Klaksvíkar Svimjihøll
Klaksvíkar kommuna
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postboks 2
FO-700 Klaksvík
Tlf. 410000
FAX 410001
www.klaksvik.fo




