Okkum er send mynd frá einum fegnum Liverpool fjeppara, nú teir liggja á odda í Premier League í kvøld
Liverpool vunnu 4-0 móti AFC Bournemouth í dag og tá so Manchester City tapti móti Chelsea seinni, so hevði hetta við sær at Liverpool legði seg á odda í Premier League.
Hetta hevur fingið nógv afturljóð á sosialu miðlunum. Tað eru eftirhondini 28 ár síðan at Liverpool vann bestu ensku deildina, men í kvøld liggja teir altso á odda. Liverpool hevur 16 stig fleiri enn Manchester United.




