Ídni Liverpool fjepparin Róðin Hentze hevur ikki gjørt mætari enn at fingið sær Liverpool búmerkið frammanfyri rútin á bilinum.
Róðin Hentze er Liverpool fjeppari um ein háls. M.a. hevur hann eina Liverpool tatovering á arminum. Róðin Hentze sigur, at hetta við at koyra búmerkið á bilin var eitt hugskot, ið hann hevur gingið við og sum hann nú vildi royna.
– Man skal tora. Tann sum koyrdi merkið uppá var Manchester United fjeppari. Og hann helt, at hetta sá gott út burtursæð frá valinum av liði. Eg bæði vænti og vóni at hetta fer at fáa frið frá viðhaldsfólkum hjá øðrum liðum. Og hvør veit, um vit ikki fara at síggja fleiri líknandi ting á bilum framyvir, sigur Róðin Hentze við Norðýsið.




