Prísirnir fyri atgongumerkir komandi kappingarár hækka ikki.
Prísirnir fyri atgongumerkir komandi kappingarár hækka ikki.
Tað var seinasta landskappingardyst móti Sunderland, at 10-15.000 viðhaldsfólk hjá Liverpool rýmdu av Anfield í 77. minutti fyri at vísa sína ónøgd yvir, at Liverpool eigararnir høvdu kunngjørt, at teir hækka prísirnar fyri atgongumerkir til komandi kappingarár, har tey dýrastu komu at kosta 77 pund í mun til 59 pund nú. Sí videobrot niðanfyri.
Og Liverpool eigararnir hava tikið hetta til eftirtektar. Longu dagin eftir dystin stóð í enskum miðlum, at eigararnir ikki høvdu væntað so stóra misnøgd, og at teir umhugsaðu at broyta prísirnar aftur, tí teir undir øllum umstøðum ikki ynsktu at mótarbeiða viðhaldsfólkunum. Og í kvøld boða eigararnir frá, at prís hækkingin verður av ongum.




