13 leikarar eru skaddir undan dystinum í morgin.
Fleiri av útleigaðu leikarunum eru komnir aftur fyri at Liverpool skal kunna mannað lið komandi dystirnar.
Um tað er broytti spælistílurin hjá Jurgen Klopp, sum er ov krevjandi fyri leikararnar, um tað eru mongu dystirnir, har Liverpool hevur verið og framvegis er við í fýra kappingum ella um tað bara er óhapp er ringt at meta um. Men í øllum førum er skaðastøðan í Liverpool kritisk, og liðið hevur í løtuni trupult við at manna lið uttan at fara niður í ungdómsdeildirnar eftir leikarum. Tí meir enn eitt heilt lið situr uttanfyri vegna skaðar í løtuni.
Martin Skrtel, Dejan Lovren, Mamadou Sakho, Joe Gomez, Kolo Toure, Jon Flangan, Jordan Rossiter, Jordan Henderson, Philippe Coutinho, Jordan Ibe, Divock Origi, Danny Ings og Daniel Sturridge eru allir uttanfyri við skaðum í løtuni. Hesir 13 skaðarnir gera, at Liverpool hevði fingið trupult við at mannað lið til FA Cup dystin í morgin móti Exeter við leikarum úr besta hópinum, um einki bleiv gjørt. Tí einastu tøku leikararnir eru Mignolet, Bogdan, Clyne, Moreno, Lucas, Can, Allen, Firmino, Milner, Lallana og Benteke. Afturat hesum koma yngri leikarar í hópinum, sum nærum ongantíð hava spælt á besta liðnum. Fyri at loysa trupulleikan hevur Liverpool heitt á tríggjar av útleigaðu leikarunum um at koma aftur til felagið. Teir eru Tiago Ilori(Aston Villa), Ryan Kent(Coventry) og Sheyi Ojo(Wolverhampton). Afturat hesum kunnu fleiri av ungdómsleikarunum í felagnum vænta sær fitt av spælitíð komandi vikurnar.
Eftir FA Cup dystin í morgin skal Liverpool næsta mikudag møta oddaliðnum Arsenal og væntandi vera nærum eingir av nevndu leikarunum klárir til tann dystin.




