Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liverpool Føroyar skipar fyri ársins fótbóltsferð

Tíðindaskriv

Farið verður til stórdystin Liverpool – Manchester United. Dysturin verður spældur sunnudagin 1. september, klokkan 13.30.

Farið verður til stórdystin Liverpool – Manchester United. Dysturin verður spældur sunnudagin 1. september klokkan 13.30.

Kostnaður fyri tiltakið er 7.500,- krónur. Í prísinum er íroknað flogferð úr Vágum til London, bussur til Liverpool og uppihald á hotelli og sjálvandi eisni atgongumerki til dystin .Vit búgvaí miðbýnum í Liverpool.

Tilmeldingin fer fram á liverpool@liverpool.fo

Tá meldað verður til, skal depositum betalast uppá 1.500,- krónur. Freistin at betala depositum er Ólavssøkuaftan – sunnudagin 28. juli. Merk flytingina við fullum navni.
Umframt at síggja stórdystin móti Manchester United sunnudagin, verður eisini møguleiki fyri Anfield Tour og Legends Dinner.

Fleiri onnur tiltøk eru eisini at fara til hesar dagarnar í Norðuronglandi; t.d. ber til at fara á Leonard Cohen konsert í Manchester fríggjakvøldið 30/8; Premier League dystur er eisini leygardagin 31/8, og viðmælast kann at fara til dystin millum Manchester City og Hull City, tí stutt er at koyra hagar og bilettirnar eru ikki truplar at fáa fatur á til tann dystin; men sjálvandi, tá ið man jú er í Liverpool, er upplagt at fara á ein Beatles túr.

Hevur Beatles túrurin tín áhuga á hesi Liverpool ferðini, so er at ringja til 268899 ella skriva til liverpool71@hotmail.com

So nú er at melda til, plássini fækkast, og tey eru avmarkað!

Nevndin í Liverpool Føroyar
YNWA
Harleywoodpaint