Liverpool lat nógv mál inn seinasta kappingarár og leingi hevur verið gitt um, hvør mundi fara at vera keyptur inn til miðverjuna.
Tað eru bæði miðlar í Onglandi og Kroatia, sum í dag boðað frá, at kroatiski miðverjuleikarin Dejan Lovren skiftir til Liverpool. Prísurin sigst liggja um 20 milliónir pund. Skiftið væntast at vera endaliga avgreitt í seinasta lagi týsdagin. Lovren spældi seinasta kappingarár við Southampton.
Hetta er triði leikarin, sum Liverpool keypir frá Southampton, sum seinasta kappingarár endaði á 8. plássi í Premier League. Frammanundan hava Rickie Lambert og Adam Lallana gjørt sáttmála við Liverpool.
Í fjør lat Liverpool 50 mál inn í 38 dystum í Premier League. Bara Tottenham(51) í topp 8 lat fleiri mál inn.




