Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liverpool í sorg

Danial Viðoy

Premier League: Ongantíð áður hevur Liverpool verið so tætt upp á eitt Premier League meistaraheitið sum í ár. Men nú sær svart út hjá teimum reyðu úr Beatles-býnum.

Premier League: Ongantíð áður hevur Liverpool verið so tætt upp á eitt Premier League meistaraheitið sum í ár. Men nú sær svart út hjá teimum reyðu úr Beatles-býnum.

Undan útidystinum hjá Liverpool í gjár ímóti Crystal Palace, var Liverpool á øðrum plássi og Manchester City á fyrsta plássi, bæði við 80 stigum. Men málmunurin hjá City var nógv betri. 9 mál skilja Liverpool og City.

Tað sá annars gott út hjá Liverpool í gjárkvøldið. Tá ið 79 minuttir vóru farnir, vóru Liverpool á odda 3-0. Men so hendi tað, sum fáur væntaði. Crystal Palace skoraði trý mál í níggju minuttir og køvdi meistaravónina hjá Liverpool.

Tað sást á øllum eygnabrøgdum at nú er møguleikin at vinna ensku Premier League svunnin burtur í næstan einki.

Liverpool hevur nú 81 stig og málmunurin millum Liverpool og City er hin sami. Nú skal City ið hvussu er tapa ein dyst, ella spæla tveir javnar. Tað er ógvuliga ósannlíkt at teir gera tað. City hevur tveir dystir eftir og Liverpool ein dyst.

Hóast matematiski møguleikin hjá Liverpool at vinna í ár enn er til staðar, so væntast av fáum at hetta hendir.