Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liverpool málverji til Bayern Munchen

Jákup Ósá

Manuel Neuer fær framyvir kapping frá einum fyrrverandi Liverpool málverja.

Manuel Neuer fær framyvir kapping frá einum fyrrverandi Liverpool málverja.

Pepe Reina er 31 ára gamal spanskur málverji, sum frá á sumri 2006 og fram til á sumri 2013 var málverji hjá Liverpool. Frammanundan hevði hann verið málverji hjá Villareal og Barcelona. Seinasta kappingarár var hann útleigaður til Napoli í Italia.
Nú boðar Bayern Munchen frá, at avtala er fingin í lag við Pepe Reina, sum í fleiri ár hevur verið eyka málverji á spanska landsliðnum. Tað var hann eisini í HM endaspælinum í summar. Prísurin fyri Reina, sum var ein av dýrastu leikarunum hjá Liverpool í lønarútreiðslum, er 2 milliónir pund, sambært ensku miðlunum.
Hvussu stóra kapping hann megnar at geva Manuel Neuer, sum í HM endaspælinum var valdur til besta málverja í kappingini, vil bara tíðin vísa.