Premier League: Á Old Trafford vann Liverpool ein tryggan sigur á Manchester United og á White Hart Lane vann gjørdi Arsenal sína skyldu ímóti Tottenham. Hetta hevur við sær at spenningurin heldur sær í toppinum.
Premier League: Á Old Trafford vann Liverpool ein tryggan sigur á Manchester United og á White Hart Lane vann gjørdi Arsenal sína skyldu ímóti Tottenham. Hetta hevur við sær at spenningurin heldur sær í toppinum.
Hóast Manchester United var á heimavølli í dag, høvdu teir ikki serliga nógv at bjóða uppá. Tað var ikki fyrr enn beint áðrenn hálvleik, at Manchester hevði sína fyrstu atsókn ímóti Liverpool-málinum.
Í 34’ minutti fekk Liverpool brotsspark, sum Steven Gerrard setti trygt í netið til 0-1. Og ein minutt vóru aftur boð eftir liðskiparanum, tí tá var aftur brotsspark. Aftur hesa ferð var hann tryggur. 0-2.
Í 79’ minutti varð bríkslað fyri triðju ferð til brotsspark til Liverpool. Men hendan dømingin var ikki røtt, tí Sturridge kastaði seg. Hetta hevði eisini við sær, at Nemanja Vidic fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur. Tað er fjórðu ferð at Vidic fær reytt ímóti Liverpool.
Gerrard hevði nú møguleikan at gera hattrikk, men misnýtti brotssparki.
Fimm minuttir seinni avgjørdi Luiz Suarez dystin til ein tryggan 0-3-sigur til Liverpool.
Liverpool var betra liðið og kundu havt skorað fleiri mál. Manchester United komu ongantíð fyri seg í dystinum og megnaðu ongantíð at leggja stórvegis trýst á útiliðið.
LES EISINI: CHELSEA SNÁVAÐI – SERA SPENNANDI Í TOPPINUM
Arsenal greiddi sín setning í grannauppgerðini ímóti Tottenham. Talan var um ein tepran 0-1-sigur.
Úrslitini í vikuskiftinum gera, at spenningurin heldur sær í oddinum. Hetta hevur eisini við sær, at Tottenham nú hevur trupult at náa einum fjórðaplássi. Sí stigatalvuna niðanfyri:




