Premier League: Liverpool vann trygt á útivølli ímóti Tottenham í dag. Liverpool hevði nýggja keypið, Mario Balotelli, í byrjanaruppstillingini. Hann vísti, at enn dugur hann við PL. Sigurin hjá Liverpool varð ongantíð hóttur nakað serligt.
Premier League: Liverpool vann trygt á útivølli ímóti Tottenham í dag. Liverpool hevði nýggja keypið, Mario Balotelli, í byrjanaruppstillingini. Hann vísti, at enn dugur hann við PL. Sigurin hjá Liverpool varð ongantíð hóttur nakað serligt.
Liverpool legði betri út og var betra liðið í fyrra hálvleiki. Hevði Balotelli verið eitt sindur neyvari í triðja minutti, hevði hann kunnað lagt Liverpool á odda við høvdinum og harvið fingið eina dreymabyrjan upp á karrieruna í Liverpool. – Um miðjan fyrra hálvleik kundi hann aftur havt skorað, men skotið var dekan ov óneyvt.
Men í 8’ minutti var Sterling á blettinum, tá ið Liverpool stóð fyri einum góðum álopið. Sturridge slóð seg leysan úti í høgru og stakk ein bólt fram í gjøgnum vøllin, har Henderson rann og fekk fatur á bóltinum ávegis inn í 16-meturin. Hann legði bóltin inn fyri og har var Rahem Sterling kaldur og skoraði til 1-0.
Liverpool kom eisini betri út til fyrra hálvleik. Longu tveir minuttir inn í hálvleikin, varð floytað fyri brotssparki til Liverpool, tá ið ein Liverpool-leikari varð hildin í 16-metrinum. Gerrard skoraði trygt til 2-0.
Men tað endaði ikki her. Í 60’ minutti kom tað besta málið í dystinum. Nýggi leikarin hjá Liverpool, Alberto Moreno, skræddi bóltin av Townsend aftanfyri miðjuna og tók so túrin allan vegin fram í gjøgnum vinstru síðu. Komin inn í brotsteigin, hamrar hann bóltin út í handaru síðuna til endaliga úrslitið 3-0 til Liverpool.
Liverpool var væl betra liðið í dag, ímeðan Tottenham ikki var í ”støtinum”.
Úrslit frá triðja umfari í PL:
Burnley – Manchester United 0-0
Manchester City – Stoke 0-1
Newcastle – Crystal Palace 3-3
Queen Park Rangers – Sunderland 1-0
Swansea – West Bromwich 3-0
West Ham – Southamton 1-3
Everton – Chelsea 3-6
Manchester City – Stoke 0-1
Aston Villa – Hull 2-1
Komandi:
Leicester – Arsenal, klokkan 16.00




