Fríggjadagin klokkan 13 verður aftur stroyma beinleiðis á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Hesuferð fær Ragnhild Ellingsgaard vitjan av Vagn Folbo, sum verður skúlastjóri fyri nýggja stórskúlan í Klaksvík.

Týsdagin kunngjørdi Mentamálaráðið, at Vagn Foldbo verður stjóri á teim báðu samanlagdu fólkaskúlunum í Klaksvík. Vagn er 44 ára gamal og búsitandi í Leirvík. Hann hevur verið skúlastjóri í Fuglafjarða Skúla seinastu hálvsættu árini. Áðrenn hetta var hann fyrstilærari á Eiði í seks ár.
Vagn er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla og hevur seinni árini nomið sær útbúgving í etikki og virðum á masterstigi, umframt at hann hevur tikið fleiri faklig skeið og leiðsluútbúging.
Í beinleiðis stroymingini verður prátað við Vagn um ymisk áhugaverd evni, sum viðkoma nýggja skúlanum í Klaksvík. Eisini fáa vit eina nærri lýsing av menniskjanum aftan nýggja stjóran.
Tú kanst fylgja beinleiðis stroymingini á heimasíðuni, har eisini ber til at seta nýggja stjóranum spurningar, meðan stroyma verður.
.