Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lívfrøðiliga burðardygt

Oliver Joensen

“Lívfrøðiliga Burðardygt”, hvat er tað? Spyr Jógvan Sundstein politikararnar.

Í hesum døgum eru mong politisk og samfelagslig mál á skránni. Tað er sjálvandi heldur ikki so løgi, tí nýggja tingsetan er júst byrjað, og vit hava bæði ólavssøkutingsetu, ólavssøkupakka og ólavssøkurøðu. Eitt mál, sum eisini fær mikla umrøðu er tað árliga “eftirsýnið” av lógini um vinnuligan fiskiskap. Eg skal ikki á hesum sinni leggja meg so nógv út í hetta orðaskifti, men kundi hugsa mær at fingi eina avkláring av onkrum av teim “nýggju” hugtøkunum, sum tingmenn og aðrir ferð eftir ferð koma við, uttan at teir definera, hvat teir meina við, ella hvussu hugtøkini skulu skiljast.

So frætt sum eg havi kunnað fylgt við hava fleiri røðarar og skribentar lagt stóran dent á hugtakið “lívfrøðiliga burðardygt” og sett tað upp í móti ovurveiðu. Eg skilji tað soleiðis, at føroyingar, sum er, ikki reka lívfrøðiliga (biologiska) burðardygga veiðu, men tvørtur ímóti fremja ovurveiðu og harvið við vilja oyða fiskastovnarnar.

Sjálvandi skulu fiskastovnarnir verjast, og tað meini eg eisini, at føroysku myndugleikarnir halda eitt vakið eyga við, men tá nakrir politikkarar meina nakað annað, fari eg at seta hendan spurning:

Hvat er definitiónin uppá “lívfrøðiliga burðardygga veiðu”?

Hvør er førur fyri at koma við slíkari óímótsigiligari definitión ?

Í fyrsta umfari verður hesin spurningur settur til hesi:

Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisins
Edmund Joensen, løgtingslim
Eyðgunn Samuelsen,løgtingslim
Katrin Dahl Jacobsen, løgtingslim

Vónandi fái eg greitt svar.

Við heilsan

Jógvan Sundstein