Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ljóðaði sum eitt lágtflúgvandi flogfar

Helgi Abrahamsen

Nógv fólk í Norðoyggjum og í Eysturoynni hoyrdu eitt flogfar flúgva ógvuliga lágt nakað fyri midnátt í gjárkvøldið.

Nógv fólk í Norðoyggjum og í Eysturoynni hoyrdu eitt flogfar flúgva ógvuliga lágt nakað fyri midnátt í gjárkvøldið, men okkurt bendir á, at flogfarið var ikki so lágt, sum ljóðið kundi bent á.

Talan var um eitt propellflogfar, og sambært Vága floghavn, lendi flogfarið ikki í Føroyum. Tey siga, at onkuntíð kunnu viðurskiftini í luftini gera, at flogførini ljóða at vera nógv nærri enn tey í veruleikanum eru, og helst hevur tað gjørt seg galdandi í gjárkvøldið.