Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ljós varpað á íverksetan

John D. Olsen

Fullsett var í Atlantis í gjárkvøldið til fyrsta tiltakið hjá Íverksetarahúsinum.

Mánakvøldið var fyrsta tiltakið hjá nýstovnaða íverkserarahúsinum í Klaksvík. Áhugin fyri kvøldinum var sera stórur og fingu tey, ið vóru komin í Atlantis eina smakkroynd um fleirtáttaða virksemi í Íverksetarahúsinum.



Seinastu árini hevur nógv verið at hoyrt um íverksetan í almenna føroyska kjakinum. Í arbeiðinum við visjón 2015 er íverksetan ein av grundarsteinumum. Sagt verður í strategipappírinum, at miðað eigur at verða ímóti, at savna íverksetararaðgeving á einum stað.



Eitt av teimum fyrstu ítøkiligu stigunum til at menna tilvitanina um íverksetan og at stuðla undir íverksetararáðgevin, sum síggjast í landinum er nýstovnaða íverksetarahúsið. Endamáli við Íverksetarahúsinum er at styrkja íverksetarar við íverksetaraskeiðum á høgum fakligum og inspirerandi støði, og at bjóða íverksetarum við lovandi virkisætlanum at byrja sínar fyritøkur í leigaðum hølum í nýskapandi umhvørvinum í Íverksetarhúsinum.



Tiltakið í gjárkvøldið var væl eydnað og vóru nógv fólk komin í Atlantis. Á skránni vóru smáar framløgur, ið viðgjørdu ymisk viðurskifti viðv. íverksetan. Røðararnir vóru borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen; Rani Nolsøe, leiðari á Íverksetarahúsinum; Jens Ravn, chefkonsulentur frá íverksetarahúsinum í Herning; Eyðun Mørkøre, deildarleiðari í Eik Bank og Søren Ejlersen, íverksetara og stjóra í Årstiderene. Landstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djuurholm, skuldi eftir ætlan eisini hava eina framløgu, men kundi ikki møta. Í staðin fyri hann møtti Niels Winther, deildarstjóri á menningardeildini hjá Vinnumálaráðnum.



Fyrsta íverksetaraskeiðið sum Íverksetarahúsið skipar verður longu 22. januar.