Eg havi havt eina kritiska áskoðan á ljósareyða fíggjarheimin. Men nú er kritikkurin fortíð.
Fíggjarkreppan er nú veruleiki, og oljuprísurin sær út til at falla. Vit mugu nú síggja fram til, hvussu vit kunnu agera ístaðin fyri at reagera
Tann størsta avbjóðing, ið liggur fyri framman hjá nýggju samgonguni, er ikki loysing ella samband, tað er ikki kvinnur ella menn, skúlar ella tunlar, og soleiðis kundi eg hildið áfram.
Tað, ið kemur at vera størsta avbjóðingin komandi árini, er fíggjarkreppan. Hetta fer eftir mínari sannføring at krevja eitt forstáilsi, ið eg vóni, at fólkið í nýggju samgonguni er búgvið nokk at skilja og loysa.
Stuðul, ið vinstravend fólk kalla eitt banniorð, kemur at vera eitt lyklaorð fyri, hvussu vit koma okkum ígjøgnum komandi fíggjarkreppuna.
Vit síggja, onnur lond bjarga teirra tilfeingi (bankum) við fíggjarligari innspræning fyri at halda hjólunum malandi. Vit hava sæð, hvussu londini runt okkum hava latið stuðul til vinnur, ið hava merkt sviðan av høga oljuprísinum. Vit hava sæð, at onnur lond taka vinnulívið í størsta álvara, tá ið fíggjarstøðan ikki er góð.
Eg havi forstáilsi fyri, at vinstravendu kreftirnar her heima eru í øðini inn á fíggjarliga óskilið, ið hevur valdað, ikki bert her heima, men runt um allan heim. Tó er tað soleiðis, at um vinstravendu kreftirnar ikki duga at síggja álvaran í at lata fíggjarligan stuðul, tá ið á stendur, verður støðan nógv álvarsamari enn neyðugt er.
Tað er umráðandi, at vit kunnu broyta okkara fatan, so hvørt ið umstøðurnar broytast. Veruleikin í dag kann brádliga gerast fortíð í morgin. Umstøðurnar broytast skjótt í heiminum í dag, tí vóni eg, at nýggja samgongan longu nú byrjar at arbeiða við einari fíggjarligari loysn, um vit í Føroyum skuldu komið okkum út í eina álvarsama fíggjarkreppu.
Til síðst má eg siga, at eg bleiv eitt sindur skuffaður av, at samgonguskjalið ikki nevndi nakað um fíggjarliga turbulensi, ið vit liva í. Tó vóni eg, at tað er nakað, ið “ABC” hevur lagt sær í geyma, soleiðis at arbeitt verður við at fáa eina høgravenda loysn.
Privati sektorurin má fáa fyrsta prioritet nú, um vit yvirhøvur skulu hava ein almennan sektor.
Vit mugu síggja í eyguni, at vit í Føroyum eisini koma at merkja fíggjarligan negativitet, nú heimurin er í fíggjarligum trupulleikum.
www.eydstein.fo




