Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ljósari litir í summar

Oliver Joensen

Tað sigur Elisabeth Brestisson, ið vit hittu i barna- og ungdómshandlinum Well í Klaksvík í morgun.

Norðlýsið varð komið á gátt at fregnast um summarmótan.

Elisabeth Grettirsdóttir sigur, at hon hevur tosað við stjóran, Joan Øregaard í morgun, ið júst nú er í Danmark í innkeypsørindum, og hon sigur, at vit kunnu vænta okkum ljósari litir á klæðunum nú summarkollektiónin partvíst er komin og kemur í handilin komandi dagarnar.

Ein skuldi kanska trú, at tá talan er um børn og ung, so er mótin ikki tað sum er í fokus, men tað er hann.

Well hevur klæði til børn og ung frá 0 til 16 ár, og tey ungu fylgja væl við hvat rørir seg tá ið um móta ræður, og tað sæst aftur í klæðunum sum vit á Well hava at bjóða.

Sum sagt, so er longu nú nógv komið og her sæst, at litirnir orange, grønt og gult eru sera sjónligir.

Vit eru einasti handil í Føroyum, ið hevur merkið MOLO og tað hevur verið sera væl umtókt, tí góðskan er á høgum støði og so er nógv ”print” á klæðunum, sum tey ungu dáma sera væl.

Jú, vit eru klár til summarið, sigur Elisabeth Brestisson úr barna- og ungdómshandilin Well í Klaksvík.