Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ljósmøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsið nokta at flyta til Havnar

John William Joensen

Í einum sera hvass orðaðum brævið til Heilumálaráðið ger ljósmøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsið púra greitt at tær undir ongum umstøðum flyta norður til Landssjúkrahúsið og lýsa tilboðið sum Landssjúkrahúsið hevur at bjóða barnakonum, sum út av lagið vánaligt.

Í einum sera hvass orðaðum brævið til Heilumálaráðið ger ljósmøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsið púra greitt at tær undir ongum umstøðum flyta norður til Landssjúkrahúsið og lýsa tilboðið sum Landssjúkrahúsið hevur at bjóða barnakonum, sum út av lagið vánaligt.

Tann 9. September í ár skriva ljósmøðrarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsið eitt sera hvass orðað bræv til Heilsumálaráðið har tær staðiliga frámæla ætlanum hjá Landslæknanum at savna allar føðingar á Landssjúkrahúsinum. Í brævinum stendur m.a.:

— tað er nú aftur tætt millum barnavognarnar …. Tær ungu familjurnar velja aftur at seta búgv í Suðuroynni….

… men so knappligt kemur eitt uppskot um at stongja føðideildina í oynni … ikki fyri at spara pengar, ikki vegna mangul uppá ljósmøður, ikki tí at eingir læknar eru í oynni, ikki tí at burðartalið er minka. Hví so? Det vides ikke!

Á SS eru sambart leiðreglunum frá danska heilsustýrinum bara sokallaðar normalar føðingar…. Er nakað galið verða tær vístar til LS og tað eiga tí í dag umleið helvtin á SS….

…. Ótrygt er tað at ein púra frísk barnakona og familja noyðist til Havnar at verða í fleiri vikur…

… stressi kemur frá tí at barnakonur fara heimanífrá…..

… og stress er tað, at koma til Havnar og fáa eina av gomlu, slitnu og óhumsku íbúðunum á Eirargarði at búgva í….. ella skal í holt við at finna sær annan bústað í Havn ofta fyri dýrar pengar…. Tað kemur næstan ikki fyri at barnakonur gista á herberginum tí har er ikki verandi…. Tað liggja júst fleiri klagur frá barnakonum um hesi viðurskifti….

… Tað er eisini stress at liggja a gongini á føðideildini tí á øllum stovum er fult…

… umstøðurnar á SS eru framúr góðar m.a. fáa allir pápar bjóða at gista á familjustovu saman við mammu og barninum eftir føðingina.

Tað sum SS kann bjóða á hesum øki í dag er tað sum øll londini kring okkum misunna okkum…..

Harafturat gera ljósmøðurnar greitt at tær undir ongum umstøðum flyta til Landssjúkrahúsið:

LES MEIRA HER (PDF)