Arbeiðs- og brunaeftirlitið søkir eftir løgfrøðingi til fast starv.
Um starvið
Talan er um eitt áhugavert starv, har tvørfakligt samstarv er eitt lyklaorð. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfelagaðar, ið m.a. eru maskinmeistarar, byggifrøðingar og verkfrøðingar.
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:
- At málsviðgera umsóknir og fyrireika mál til støðutakan.
- At ráðgeva og vegleiða eftirlitsfólkunum í mun til løgfrøðilig ivamál.
- At gera og dagføra innanhýsis mannagongdir og vegleiðingar.
- At fyrireika lóggávu á økinum sum stovnurin umsitur
Førleikakrøv
Tann, sum verður sett/-ur, skal hava prógv sum løgfrøðingur (cand.jur).
Ynskiligt er at tann sum verður sett/ur hevur viðkomandi starvsroyndir frá líknandi starvi ella aðrar royndir frá almennari fyrisiting.
Onnur krøv og eginleikar
Í starvinum skalt umsøkjarin harafturat:
- duga væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og eisini á norðurlendskum og enskum máli.
- duga arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- duga at fasthalda yvirlitið, tá hart leikar á.
- hava kunnleika til KT á brúkarastøði.
- hava koyrikort til bil.
Tann, ið verður sett/ur má tola skiftandi arbeiðsuppgávur.
Umsóknarfreist: 16. juni
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo




