Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgfrøðingur til Fiskimálaráðið

Lýsing

Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsins fyrisiting, so er hetta starvið í Fiskimálaráðnum kanska nakað fyri teg. Tú byrjar í starvinum 15. august 2014 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum: Fiskimálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, og er skipað í fýra deildir: løgdeild, fiskivinnustova, stjórnarskrivstova og fíggjar- og starvsfólkadeild.

Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til.

Í Fiskimálaráðnum starvast 15 starvsfólk.

Arbeiðsuppgávur: Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, gera hoyringssvar, umframt at umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og samstarvsfora heima sum uttanlands. Arbeiðsøkið fevnir serliga um byggi-, lendis- og býarskipanarøkið, umframt náttúru-, umhvørvis- og tilbúgvingarmál.

Um teg: Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur. Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og uppgávurnar loysir tú við góðum huga og nærlagni. Tú ert ágrýtin og tær dámar væl avbjóðingar. Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt danskt og enskt. Tær dámar væl at samskifta og samstarva.

Vit bjóða:
Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
Góðar møguleikar fyri fakligari menning.
Løn sambært sáttmálanum hjá Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Meira at vita: Tú kanst fáa meira at vita um Fiskimálaráðið á www.fisk.fo

Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anni á Hædd, deildarstjóra, tlf. 55 32 92.

Umsóknir: Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Fiskimálaráðið, Postrúm 347, Yviri við Strond 15, 110 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 9. juni 2014.

Møguligt er eisini at senda umsóknartilfarið elektroniskt til fisk@fisk.fo.


Umsitingarøkið hjá Fiskimálaráðnum er bjarging, brunaumsjón, búnaðarmál, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðieftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, tilbúgving og trygd, umframt byggimál, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, tinglýsing, fólkayvirlit, náttúrumál, skógarmál, navnamál, umhvørvismál og veðurlagsmál.

Harleywoodpaint