Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Logikkur

John William Joensen

Hoyri borgarstjóran Steinbjørn Jacobsen siga í ÚF í dag, at vit hava ikki livað yvir evnið í Klaksvík seinastu árini, at tað kom óvart á hann at inntøkurnar minka so nógv og at ein sparing á 20 milliónir ikki ferð at nerva borgaran stórvegis.

Ì mínum høvdi hongur hetta als ikki saman.

Liva yvir evni.
Til og við 2004 setti landið hámark fyri íløgum hjá kommununum og lá markið hjá Klaksvíkar kommunu tá á umleið 20 milliónum um árið. Frá 2005 tá henda samgongan tók við hava tey samtykt íløgur fyri 50-70 mió um árið. tað er onki galið í hesum um tað er ein gjølla viðgjørd ætlan fyri íløgunum og inntøkurnar svara til hetta.

Ført hevur verið fram, at tunnilin hevur kravt nógv av kommununi, hetta er fyri ein part rætt. Tað er eisini rætt, at ov nógvar íløgur vóru samtyktar, tí samgongan megnaði ikki at skera ígjøgnum og bíða við onkrum. Hetta vísti eg millum annað í grein í Norðlýsinum í oktober 2006.

Tað er eisini rætt at íløgurnar, næstan uttan undantak kosta nógv meir enn upprunaliga samtykt. Orsøkin er viðhvørt at man hevu gloymt at taka ymiskt við, sum t.d meirkostnaðin í svimjihøllini og aðrar tíðir at verkætlannirnar verða broyttar fleiri ferðir. Havi t.d liugt projekt yvir ósáskúlan frá 2004 har hann kostar 34 mió, nú kostar hann 55 mió. Í 2004 var mett, at ósáskúlin skuldi kosta áleið 40 mió og at ziskatrøskúlin skuldi útbyggjast fyri áleið 20 mió. Tað vil siga næstan sama upphædd fyri báðar skúlarnar sum annar nú kostar.

Ásannast má at meira peningur er brúktur hesi 4 árini, við metskattainntøkum, enn tað er komin inn. Vit hava enntá haft hall í fíggjarlógini í fleiri ár og nú inntøkurnar minka er onki í kassanum at standa ímóti við. So kann ein kalla tað hvat man vil.

Minnkandi inntøkur
Tað kemur óvart á borgarstjóran at inntøkurnar minka so nógv. Ì samband við fíggjarlógina 2006 fingu vit undirtøku fyri at lækka væntaðu inntøkurnar niður til 112 mió (í 2005 var metingin 115) tí vit hildu betur var at verða varðin tí útlitini vóru ikki tey bestu.

Vit fingu ikki rætt tíbetur, innkomu heilar 15 mió meir enn mett, hetta hjálpti ikki nógv tí brúkt var so nógv at hallið í 2006 var á 27 milliónir.

Í 2008 valdi samgongan at seta inntøkurnar til 140 mió og var hetta órealistiskt. So vítt eg veit gevur Klaksvíkar havn 5 mió minni enn væntað í ár og kemur tað eftir míni meting av at inntøkurnar vóru settar órealistiskt høgar. Tann minkingin í inntøkum átti ikki at komi óvart á. Sjálvandi viðføra verri tíðir minni inntøku og gondin í fiskivinnuni raka Klaksvík meint og skjótt, men tað er ikki rætt at goyma alt ið hent er aftanfyri versnandi tíðir, tí tað er ikki allur veruleikin.

Skerjngar fara ikki at nerva borgaran
Um vit hava livað yvir evni, so skuldu vit ikki merkt eina skerjing á 20 mió nakað stórvegis. Men borgarstjórin sigur, at vit hava ikki livað yvir evni, um tað er rætt, so skilji eg ikki hvussu ein skerjing á 20 mió ikki fer at nerva okkum borgarar stórvegis. Kanska onkur annar skilur hetta betur enn eg.

Eyðgunn Samuelsen,
valevni Javnaðarfloksins