Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgin arbeiðsháttur hjá landsstýrismanninum

John William Joensen

Sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgin Niclasen – sum eisini skal á fund í vinnumálaráðnum í morgun

Bjarni Djurholm fer nú beint undan fíggjarlógar viðgerðini at presentera eina ætlan um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi sum kostar um 1,8 milliardir krónur.

– Eg má siga sum er at eg haldi hetta vera ein sera løgin máti hjá landsstýrismanninum at arbeiða uppá, sigur Jørgin Niclasen sum tó ikki vil útdýpa hvat hann meinar við.

Men sum Norðlýsið skilir er ivasamt um tingið hevur biði um tað sum Bjarni í seinstuni hevur arbeitt við.

– Tað sum er í málinum er at man er samdur um at útbyggja verandi flogvøll og tann íløgan kemur at geva okkum eina lufthavn sum er fult uppdatera.
– Eg haldi at peningaupphæddirnar sum Bjarni talar um ikki eru realistiskar, sum støðan er í løtuni, men sjálvandi kann ein altíð tosað um vit skulu hava ein alternativan flogvøll í Føroyum.

Harleyfacadeacryl