Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgin skøltur

Oliver Joensen

Ella er hann so løgin. Ein av lesarum okkara hevur funnið hendan skøltin, men ongin hevur verið førur fyri at siga hvat djór talan er um.

Tí hevur lesari okkara valt, at biðja Norðlýsið leggja myndir av skøltinum út á netið, í teirri vón at onkur er førur fyri at siga av hvørjum djóri hetta kann stava.
Løgin sær hann út og tenn eru ikki at síggja nakrastaðni, men kanska hava yvirkjaftur og undirkjaftur verið so mikið bleytir, at teir eru rotnaðir burtur ella bert brotnaðir av. Vit hava roynt at gitt hvussu hetta, sum helst er eitt høvd skal venda, men eru ikki vísir í tí, tí sum sagt torført er at gita av hvørjum djóri skølturin stavar.