Sig tína meining um uppskotini til nýggja kirkjulóg
Í sambandi við yvirtøkuna av fólkakirkjuni á ólavsøku 2007 eru tvær tær fyrstu lógirnar nú farnar til almenna hoyring. Lógirnar eru um ”kirkjuráð og próstadømisráð” og um ”at brúka kirkjuna og limaskap í fólkakirkjuni”
Lógirnar liggja á heimasíðu Mentamálaráðsins www.mmr.fo undir slóðini: ”hoyring”.
Øll eru vælkomin at gera viðmerkingar til uppskotini beinleiðis á heimasíðuni.
Lógirnar verða sendar kirkjuráðunum og felagsskapunum innan fólkakirkjuna. Til ber at fáa lógirnar sendandi við posti, við at venda sær til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 35 50 50
Faks +298 35 50 55
mmr@mmr.fo
Freistin at gera viðmerkingar til lógaruppskotini er mánadagin tann 22. januar 2007.




