Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður á rundferð

Oliver Joensen

Í dag er løgmaður og hini valevnini hjá Sambandsflokkinum á ferð fyri at tryggja flokkinum neyðuga undirtøku. Byrjað var kl. 10 í Klaksvík har vitjað varð í miðbýnum, uttanfyri Skúlan við Ósánna (valhøli) og í Betesda har Cafe er hvønn hósmorgun.

Í Cafe Betesda var nógv fólk samankomið og valevni úr Sambandsflokkinum stukku inn á gólvið.

– Klaksvík er nakað serligt og eg eri sera glaður um tað hjartaligu móttøku sum eg fekk. , segði løgmaður sum fekk fleiri klemm tað løtuna vit vóru saman við Sambandsflokkinum.

Valluttøkan í Klaksvík væl størri enn seinast

Kl. 12 høvdu 263 valt í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík og er tað 57 atkvøður ella 27,7 % fleiri enn á seinasta Fólkatingsvalinum.