Í Ólavsøkurøðuni hjá Jóannes Eidsgaard, løgmanni, ásannar hann at skipanin virkar ikki nóg væl í Norðoyggjum, men einki er hent
Brot úr løgmanssrøðuni á Ólavsøku 2008:
"…Nýggja læknavaktin er eitt stórt framstig. Atfinningar hava tó verið um, at skipanin ikki virkar nóg væl í Norðoyggjum.
Tí verður ein royndarskipan sett í verk, har ein kann koma til kommunulæknaviðtalu í Klaksvík eftir avtalu uttan fyri vanliga arbeiðstíð…."
Hóast løgmaður segði hetta á Ólavsøku so vátta avvarandi myndugleikar at einki er hent síðaini.
Tí koyra norðoyingar framvið Klaksvíkar Sjúkrahúsið, til Havnar fyri at hitta lækna.




