Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður býtir út jólagávur í Havn

John William Joensen

Løgmansrøðan var sera góð og viðkomandi. Men eg saknaði tað, sum hevur avgerandi týdning um nøkur verulig javnvág skal faast í føroyska samfelagið: At nú má politiska skipanin gevast við at draga øll samfelagsvirðir inn á miðjuna til høvuðstaðin.

Løgmansrøðan var sera góð og viðkomandi. Men eg saknaði tað, sum hevur avgerandi týdning um nøkur verulig javnvág skal faast í føroyska samfelagið: At nú má politiska skipanin gevast við at draga øll samfelagsvirðir inn á miðjuna til høvuðstaðin. Ynskir man veruliga eitt javnari samfelag, so er at byrja at byggja landsstovnar, fróðskaparsetur o.a. á bygd. Byrjað kundi verið við einum nýggjum Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Eydnast tað Aksel V. Johannesen at seta eina fiskivinnu búð á stovn í Havn verða økini uttanfyri Havnina eisini mergsogin fyri privata vinnulívskapital, sum í dag verður brúktur til íløgur í arbeiðspláss, mentunarlív og ikki minst ítróttarlív.

Løgmaður átti heldur at byrja útjavningina hjá sær sjálvum, í suðurstreymi, við m.a. einari kommunalari útjavning, sum øll framkomin lond hava og sum búskaparráðið hevur mælt til.. Men hetta gongur Tjóðveldi og Javnaðinum og nær.

Hvussu ber tað til, at løgmaður loyvir einum av sínum landsstýrisfólkum at arbeiða við ætlanum har ferðslan í Norðoyggjum og í Vágunum, umframt at rindað fyri landstunlar, nú eisini skulu rindað landinum pengar aftur, og harafturat skulu fíggja undirsjóvartunlar til onnur øki í landinum.

Nú sitandi løgmaður í tinganesi sær ein vanda í, at úti um landi er vaksandi tal av fólki, sum forvinna meira pening gloymur hann tann veruleika at miðallønin – hóast stóra lønarvøksturin í uppisjóvarvinnuni, framvegis er hægst í høvuðsstaðnum og at tingstaðurin uttan kostnað, fingið øll almenn arbeiðspláss í landinum.

Vit á Norðlýsinum hava í meira enn 100 ár víst á hendan ávlarsliga ójavnað, og kunnu bert staðfesta, at hesin ójavnin er minst líka aktuellur í dag.

Tað er gott at løgmaður arbeiður fyri einum javnari samfelag, men so átti hann eisini at sæð størsta ójavnaðin í dagsins samfelag, sum bólnar á miðjuni, samstundis sum flest onnur øki í landinum standa í stað ella minkað í fólkatalið.

Men tað er altíð so nógv lættat javnað onnur.