Bárður á Steig Nielsen hevur bæði følt seg heilt niðri í máttloysinum og uppi á vónarinnar tindum í dag í sambandi við andstøðuuppskotið um at javnseta samkynd við hinskynd í barilsskipanini. Hann harmast um, at broytingaruppskotið hjá Christiani Andreasen varð felt, tí tað, saman við at upprunauppskotið eisini varð felt, ger, at samkynd ikki fáa fleiri rættindi á hesum sinni.
“Ein øgiliga svingandi dagur, tað vil eg siga”, sigur Bárður á Steig Nielsen, og dylur ikki fyri, at sjálvur hevði hann helst viljað, at samkynd fingu rættindi sum hinskynd hava. Hann metir heldur ikki, at talan er um eina samgongukreppu. Samgongan er kanska eitt sindur skalað, men ikki stórvegis her og nú. Tað at samgongan ikki stendur saman, er sjálvandi ein trupulleiki, men løgmaður hvørki væntar ella vónar, at málið hevur skalað samgonguna alt ov nógv.Tískil ætlar løgmaður framvegis at arbeiða, sum um samgongan er intakt, við at fremja tey málini, samgongan annars hevur sett sær fyri.
Til spurningin um málið fær nakrar avleiðingar fyri Johan Dahl, bæði tí hann feldi samgonguuppskotið, og eisini at hann atkvøddi fyri andstøðuuppskotinum, sigur løgmaður, at tað fær tað ikki. Johan Dahl hevur verið greiður og sagt, at um samgongan ikki loysti málið, fór hann at atkvøða fyri uppskotinum hjá andstøðuni. Samgongan loysti ikki málið, og so bleiv. Men løgmaður harmast um, at broytingaruppskotið ikki varð samtykt, tí nú standa tey samkyndu á berum, ella rættari sagt, tey fáa ongi nývunnin rættindi á hesum sinni.
Løgmaður undirstrikar tó, at málið ikki fær avleiðingar fyri Johan Dahl, í øllum førum ikki í Sambandsflokkinum.
Málið er nú felt, og sum landið liggur í løtuni, fer samgongan neyvan at leggja nakað annað uppskot um tað sama fyri Løgtingið. Helgi Abrahamsen hevur presenterað okkurt uppskot fyri Landsstýrinum, men løgmaður er rímiliga vísur í, at tey høvdu fallið, tí hvørki andstøða ella samgonga høvdu atkvøtt tey ígjøgnum, so tað verður neyvan lagt fyri tingið. Tað gevur ikki nakra meining, sigur løgmaður.
Loysnin má finnast aðrastaðni í lóggávuni, sigur løgmaður eisini, ið vil siga, at hann ikki metir barsilslógina vera rætta staðið at javnseta sam- og hinskynd. Bæði broytingaruppskotið og upprunauppskotið hava týðandi manglar, og broytingarnar eiga at verða gjørdar í tí familjurættarliga lógarverkinum, ið er komplekst. Løgmaður sipar her serliga til rættindini hjá pápum, og leggur afturat, at har er langur vegur eftir.
Bárður á Steig Nielsen viðurkennir, at Sambandsflokkurin og samgongan stendur veikari nú, og at tað var ein veikleiki, at ein partamaður hjá sær sjálvum ikki stóð saman við hvørki flokki ella samgongu í hesum málinum. Men hann sigur, at nú verður hetta málið lagt afturum, og hugt verður frameftir, og sigur harvið tað sama sum áður um, at samgongan enn er intakt, hóast eitt sindur viknað, og framvegis er fult arbeiðsfør.


