Norðlýsið skrivaði í seinastu viku at pelagiska vinnan í Føroyum helt seg til at ES fór at seta handilstiltøk í gyldi móti Føroyum tann 1. august og í morgun verður hetta vátta í fíggjarnevndarskjali, sum Føroya Løgmaður hevur sent løgtinginum í skundi. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum og Løgmaður sita á fundi um málið.
Norðlýsið skrivaði í seinastu viku at pelagiska vinnan í Føroyum helt seg til at ES fór at seta handilstiltøk í gyldi móti Føroyum tann 1. august og í morgun verður hetta vátta í fíggjarnevndarskjalið, sum Føroya Løgmaður hevur sent løgtinginum í skundi. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum og Løgmaður sita á fundi um málið.
Klokkan 9:30 í morgun fór Føroya Løgmaður á fund í Fíggjarnevndini á skránni fyri fundin er eittans mál – ein seinasta roynd hjá Landsstýrinum at steðga ES handilstiltøkum.
Í brævinum til fíggjarnevndina skrivar Løgmaður at hann hevur slept vónini um at tað ferð at eydnast Landsstýrinum at steðga ES í ætlanunum at seta tiltøk í verk móti Føroyum. Løgmaður sigur at Maria Damanaki í brævið til landsstýrið skrivar at Føroyar skulu viðurkenna at sildakvotan í ár er 5,16 prosent (er 17%). Hetta kann Føroyar ikki góðtaka og tí vil landsstýrið, sum eina seinastu roynd stevna ES fyri ein altjóða dómstól og tí biðjur Løgmaður nú fíggjarnevndina um 7 mió. Kr. til at fremja eitt slíkt rættarmál. Málið hevur skund og skal latast einum altjóða gerðarætti í seinasta lagið mánadagin. (Kelda: Kringvarp Føroya)
LES EISINI:
Partrolarar fáa einans 75 oyru pr. kg í úrtøku úr norðhavssildini




