Næraberg-málið er eitt fekst dømi um at Hoyvíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland ikki virkar nøktandi og tí ringdi eg fríggjadagin beinleiðis til Íslendska forsætisráðharran har eg bað hann greiða frá hví føroyskir sjómenn fingu slíka viðferð frá Íslendsku myndugleikunum. Hann váttaði fyri mær at hann fór persónliga at taka málið upp og vit fara á fundi í dag at viðgera hetta í samband við Hoyvíkssáttmálan. So mugu vit taka støðu til um neyðugt er at samráðast um at gera ein nýggjan Hoyvíkssáttmála.

Viðmerkingina fingu vit frá Løgmanni beint áðrenn hann fór í flúgvaran í morgun.
TÍÐINDASKRIV:
Í dag fer løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen til Íslands á arbeiðsferð. Á skránni er árligi Hoyvíksráðsfundurin. Harumframt skal løgmaður mánadagin luttaka á ársfundi hjá Útnorðurráðnum, har Bill Justinussen tekur við sum formaður í ráðnum. Á ársfundinum luttaka eisini Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna og íslendski uttanríkisráðharrin Gunnar Bragi Sveinsson. Í hesum sambandið verður fundur, har tey trý fara at umrøða ætlanirnar at styrkja um útnorðursamstarvið soleiðis, at tað eisini fer at fevna um samstarv á ráðharrastigi.
Týsdagin verður árligi Hoyvíksráðsfundurin millum løgmann og íslendska uttanríkisráðharran. Møguleikin at Grønland verður partur av Hoyvíkssáttmálanum, hevur áður verið frammi, og Aleqa Hammond luttekur tí á fundinum sum eygleiðari.
Á skránni fyri Hoyvíksráðsfundin er m.a. útflutningur av heilivági og Nærabergmálið.
Hóast Nærabergmálið er loyst, og skipið farið til fiskiskap aftur, er ætlan løgmans at taka málið upp fyri at tryggja, at slík støða ikki endurtekur seg í framtíðini.