Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður ger nú kanningar

John William Joensen

Norðlýsið heldur seg vita, at løgmaður er farin í holt við at kanna samtyktina hjá Ungdommens-Nordiska Råd í samband
við “omfattende forfølgelse af homoseksuelle på Færøerne”.

Í seinastu viku høvdu vit í Norðlýsinum tíðindaskriv frá Fólkaflokkinum, sum kravdi at “Føroyska umdømið í útlondum má verjast”. Hetta var í samband við eina fyri føroysku tjóðina niðurgerandi samtykt, sum Ungdóms-Norðurlandaráðið hevði gjørt.



Jógvan við Keldu, sum er føroyskur limur í Norðurlandaráðnum hevði hvassliga á fundi í Finlandi mótmælt, at tað í einum slutdokumenti frá Ungdomens Nordiska råd 27.31.10.06 var komið at standa: “En nedstemning av lovforslag om diskriminationsbeskyttelse for homoseksuelle på Færøerne har ført til vold mod homoseksuelle og omfattende forfølgelse af homoseksuelle.”



Hetta metti Jógvan vera so grova og ósanna ákæru móti allari føroysku tjóðini, at hann umframt beinleiðis mótmælti, eisini sendi løgmanni bræv, har hann heitti á løgmann um at taka hetta fyri Føroyar álvarsliga mál upp.



Vit hava skilt á lagnum, at løgmaður ikki kann lata hetta sita á sær, men er nú er farin undir at gera ymiskar kanningar í málinum, um henda samtykt hevur prógv fyri tí, sum er sagt.

Harleyfacadeacryl