Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður kroystur – eingin friður líkamikið hvat løgtingið samtykkir

John William Joensen

Hóast Føroya Løgmaður hevur alment sagt at uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini ikki er eitt samgongumál, so er øllum Føroya Fólki greitt at politiski veruleikin er ein annar í kvøld.

 Hóast Føroya Løgmaður hevur alment sagt at uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini ikki er eitt samgongumál, so er øllum Føroya Fólki greitt at politiski veruleikin er ein annar í kvøld.

Øll landsstýrisfólkini hjá samgonguni hava verið á tingfundinum í kvøld og júst í løtuni er kreppufundur í samgonguni áðrenn atkvøðugreiðsluna.

Líkamikið niðurstøðuna hjá tinginum í kvøld verður eingin friður um málið. Verður uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini samtykt, skal tað eisini viðgerast í danska fólkatinginum og “beliv it or not” skal uppskotið so aftur hava tríggjar viðgerir í løgtinginum – og síðani aftur í fólkatingið at verða staðfest áðrenn tað far gildið.

Orsøkin er at løgtingið við at samtykkja lógaruppskotið í kvøld, heitir á donsku stjónina um at fáa Fólkatingið at seta eitt ríkislógartilmælið í gildi fyri Føroyar. Tí frámælti umsitingin hjá løgtinginum upprunaliga at lóggeva uppá hendan háttin, sum er púra óvanligur.

Men nú er samgongan sett uppá spæl fyri júst hesum háttinum at lóggeva.