Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður: Landskassin fer ikki at veðhalda fyri Skálafjarðartunnilin

John William Joensen

Eg vónið ikki at tað verður í okkara tíð at landið aftur ferð at veðhalda fyri stórar verkætlanir, tí hetta kendu vit sviðan av í kreppuni fyrst í 90-unum.

Eg vónið ikki at tað verður í okkara tíð at landið aftur ferð at veðhalda fyri stórar verkætlanir, tí hetta kendu vit sviðan av í kreppuni fyrst í 90-unum.

Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum at Skálafjarðartunnilin skuldi byggjast av privatum tí vit hava longu í dag vegasamband sum er ein almenn farleið.

Vit hava skyldu mótvegis sunnara parti av landinum at syrgja fyri at arbeitt verður fram ímóti at binda hendan partin av landinum tættari saman við miðøkið. Tí er næsta stigið at tað almenna ferð í holt við at byggja Sandoyartunnilin, men hendan ætlanin verður av ongum um landskassin skal fíggja eina nýggja farleið afturat til norðurøkið har sum vit longu hava eina almenna farleið framanundan.

Landsstýrið hevur og kann bert arbeiða eftir lógarsamtykt og løgtingið hevur samtykt at loyva privatum at byggja ein tunnil inn á Skálafjørðin og tað er púra greitt at landskassin skal ikki veðhalda fyri hesi privatu verkætlan.

At koma nú og krevja at landið skal fremja lántøkur fyri hundratals milliónir til byggja eina farleið afturat millum Skálafjørðin og Havnina er fullkomiliga burtur við, sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen.