Løgmaður, Aksel V. Johannesen, eigur rós uppiborið fyri at skera ígjøgnum og gera greitt, at tað ikki kemur uppá tal at hækka gjøldini í Norðoya- og Vágatunlinum fyri at lata brúkararnar í teimum fíggja komandi samferðsluútbyggingarnar.
Tað verður onki felags tunnilsfelag, ið skal umsita allar undirsjóvartunlarnar. Í øllum førum ikki eitt, ið fer at krevja økt gjøld frá Norðoyatunlinum og Vágatunlinum til at gjalda fyri ein komandi Suðuroyartunnil. Tað hevði verið lyftisbrot, gjørdi løgmaður greitt í Degi og viku í gjár. Brúkararnir í Norðoya- og Vágatunlinum hava útgoldið lánini, og rinda nú einans fyri viðlíkahald, segði løgmaður eisini.
Tað er sjálvsagt framvegis lyftisbrot, at har er eitt bummgjald í heila tikið á Vága- og Norðoyatunlinum, men í øllum førum verður ilt ikki gjørt verri, og vit hoyrdu eisini Erhard Joensen, ið er í tvørpolitiska bólkinum, ið skal kanna fíggingarmøguleikar fyri Suðuroyartunnilin, siga fríggjadagin, at loysnin fer at verða samhaldsføst og ikki at dúva uppá brúkaragjøld, og miðstaðarøkið skal vera við til at fíggja.
Tá nú bæði løgmaður og ein tvørpolitiskur arbeiðsbólkur siga so, kunnu vit vænta, at tað fer at halda, eisini tvørtur um valskeið.
Sostatt kann ágangurin úr miðstaðarøkinum nú halda uppat. Í øllum førum kunnu vágafólk og norðoyingar nú hvíla betur í vissuni um, at ágangurin verður úrslitaleysur.


