Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður minkar niður helvt – almennu útreiðslurnar vaksað 145 mió. kr.

John William Joensen

Samlaðu almennu útreiðslurnar hjá Landskassanum verða komandi ár hækkaðar 145 mió.kr samstundis sum inntøkurnar verða mettar at hækka 135 mió. kr.. Hetta kann lesast í uppskotinum til fíggjarlóg sum Kristina Háfoss hevur lagt fram.

Samlaðu almennu útreiðslurnar hjá Landskassanum verða komandi ár hækkaðar 145 mió.kr samstundis sum inntøkurnar verða mettar at hækka 135 mió. kr.

Tað verður ein munandi minni umfatandi málsøkið sum Aksel V. Jóhannesen kemur at hava ábyrgd av samanborið við løgmansskrivstovuna sum Kaj Leo Holm Jóhannesen hevði ábyrgd av sum løgmaður. Í 2015 var játtanin til løgmannsfyrisitingina 64 mió. kr. men eftir at uttanríkismál eru flutt til Vinnumálaráðið er løgmansumsitingin skorðin eina helvt og fær komandi ár 37,3 mió. kr.

Fíggjarmál fingu 424 mió. kr. í 2015 men komandi ár er játtað 350,5 mió. kr. til Kristinu Háfoss at umsita.

Fiskivinnumál kostaðu undir Jacob Vestergaard 185,4 mió. kr. men komandi ár hevur Høgni Hoydal 161,5 mió. kr. at umsita.

Vinnumál kostaðu kr.321,4 undir Jóhan Dahl, men nú eitur økið Uttanríkis- og Vinnumál har Poul Michelsen kemur at umsita 98 mió. kr.

Mentamál undir Bjørn Kalsø kostaðu kr. 998 mió. kr., men komandi ár hækka útreiðslurnar til mentan til 1,024 mia. Kr.

Heilsumál kostaðu undir Karsten Hansen 959 mió. kr. men undir Sirði Stenberg koma tey at koasta fyri 1,023 mia. Kr.

Almannamál kostaðu undir Anniku Olsen kr. 1,4 mia. Og fara at kosta tað sama komandi ár.

Nýggja ráðið hjá Hendrik Old sum umsitur samferðslu og samskifti fer at kosta komandi ár góðar 350,2 mió. kr.