Video: Í U8 kappingini í ársins Bylgju Cup var tað liðið, har sjálvur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen var venjari, sum var tað besta.
Hetta liðið kallaði seg Guli Skúli, sum umfataði floksfelagar, har teir flestu til dagligt spæla við HB, meðan onkur spælir við B36. Og sigast má, at Kaj Leo Holm Johannesen dugdi væl at blanda taktisku kortini, tí havnaliðið var rættuliga sannførandi. Teir taptu ein dyst í bólkaspælinum, men vunnu hálvfinaluna 6-0 og finaluna 4-0. Millum kendu viðhaldsmenninar í hesi kappingini var FSF aðalskrivarin Virgar Hvidbro, sum eins og løgmaður átti ein son á liðinum.
Niðanfyri síggja vit brot úr hálvfinalunum og finaluni. Í finaluni møttust Guli Skúli og eitt lið frá skúlanum við Løgmannabreyt, meðan NSÍ og Víkingur vóru liðini, sum spældu bronsu dystin og sum taptu hálvfinalurnar.




