Jóannes Eidesgaard løgmaður ringdi til Bjørn Kalsø og kunnaði hann um at JFK hevði ætlanir um at fáa fiskiloyvi flutt – áðrenn umsóknin var komin til landsstýrismannin.
Tað skapti mikið politiskt rok tá fiskimálaráði – fáar dagar undan at nýtt landsstýrið tók við – avgreiddi eina umsókn frá JFK viðvíkjandi einum fiskiloyvi.
Hetta málið hevur fylgt nógv í fjølmiðlunum og løgmaður hevur fleiri ferðir alment funnist at undanfarna landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, fyri at hava avgreitt málið.
Bjørn Kalsø hevur hinvegin ferð eftir ferð greitt frá at talan var um eitt roynt fyrisitingarligt mál.
Undir viðgerð í tinginum av fyrispurningi hjá Kára á Rógvu fyri løtu síðan kom fram, at tað var Føroya Løgmaður, sum av fyrstantíð gjørdi landsstýrismannin varðugan við at ein umsókn var á veg frá JFK.
Bjørn Kalsø greidi í tinginum frá at fáar dagar undan at valið var útskrivað ringdi løgmaður og gjørdi greitt at hann var gjørdur varðugur við at Hanus Hansen hevði sent umsókn til fiskimálaráði – og tá ávíst reiðarí úr Suðuroynni ikki hevði fingið sína umsókn ígjøgnum – so átti JFK heldur ikki.
Bjørn Kalsø segði at hann tá ikki var vitandi um hesa umsókn men lovaði løgmanni at venda aftur tá umsóknin kom á borði hjá honum.
Bjørn Kalsø greiddi tinginum frá at sambært løgmanni hevði hann fingið at vita um umsóknina á fundi hjá veljarafelag í Suðuroynni.




