Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður roynir at snúgva sær undan at halda lógina

John William Joensen

Niðurstøðurnar hjá baði núverandi og fyrrverandi løgmanni, í samband við bummgjaldið í Vága- og Norðoyatunnlunum, geva onga meining.

Niðurstøðurnar hjá baði núverandi og fyrrverandi løgmanni, í samband við bummgjaldið í Vága- og Norðoyatunnlunum, geva onga meining.

Í svarið til fyrispurning frá Jørgin Niclasen, um bummgjaldið í Vágatunnlinum, skrivar Aksel V. Jóhannesen, løgmaður, at undanfarna samgonga hevur mett um støðuna, og har er niðurstøðan, at tunnilin er ikki afturgoldin, fyrrenn bæði lánið og partapengarnar eru goldnir. Aksel sigur, at hann er samdur í hesi tulkingini.

Tí er ikki grundarlag fyri at gera koyringina í Vágatunlinum ókeypis tá ið tulkingin av lógargrundarlagnum so greitt vísir, at uppruna ætlanin við lógaruppskotunum var, at allur útveganarkostnaðurin skuldi gjaldast aftur, skrivar Løgmaður.

Men skal hendan tulkingin fylgjast, sum løgfrøðingar í Tinganesi hava gjørt fyri løgmann – og sum løgmaður nú krógvar seg aftanfyri, nú lánini í tunnlinum eru afturgoldin, so kann bummgjaldið ikki lækka – tvørturímóti.

Nú lánini eru afturgoldin, skal tunnilin byrjað at rinda landskassanum aftur partapeningin.

Men hvør skal taka ímóti pengunum?

Hvar er heimildin hjá løgmanni at taka inn skatt frá ferðsluni um Vestmannasund og Leirvíksfjørð?

Hvussu skal peningurin afturgjaldast? Skal alt rindast í einum ella í radum?

Løgmaður hevur, sum støðan er í løtuni ikki heimild til at halda fram við bummgjaldinum og P/F Vágatunnilin hevur heldur ikki heimild at krevja peningin inn, tí sambært tulkingini hjá Løgmanni eigur felagið ikki peningin.

Peningurin, sum nú verður kravdur inn til tunnilin, skal rindast landinum – um vit skulu fylgja løgfrøðini í tinganesi.

Men skal landið hava peningin má Aksel niðan í løgtingið við nýggjari lóggávu – og tað er ein áhugaverdur spuringur um Oldurin og Løgmaður kanska hava ítøkiligar ætlanir um hetta. Um ikki, so kann landstýrismaðurin í tunnilsmálum fáa trupleikar av at eitt vinnurekandi partafelag krevur inn skatt frá borgarunum.

Niðurstøðan er tí púra greið: Tá tunnilsverkætlanirnar vóru samtyktar í løgtinginum, var tað eingin, sum hugsaði tankan, at partapeningurin, sum løgtingið setti í tunnlarnar, skuldi rindast aftur til landskassan. Talan hevur ongantíð verið um at bummgjaldið skuldi brúkast til annað enn, at rinda lánið aftur og kostnaðin av rakstrinum.

Tað er enntá staðfest í lógini at tunnlarnir skulu “uttan kostnað” latast landinum, men í løtuni tykjast løgmaður og landsstýrismaðurin í tunnilsmálum gera alt fyri, at sleppa undan at halda hesa sera greiðu áseting í lógini.