Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgmaður: Sambandsfólkini á tingi verða fríttstillað

Jóhann Lützen

Til atkvøðugreiðsluna á tingi í dag stendur tað sambandstinglimunum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.

Tað var annars ein samgonguavtala um, at samgongan bert skuldi atkvøða fyri andstøðuuppskotum, um samgongan var samd um tað, ið gjørdi, at Sambandsflokkurin ikki kundi atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum. Men Johan Dahl hevur ikki aktað ta avtaluna, og nú fáa øll tingfólkini fyri Sambandsflokkin sama møguleika frá floksformanninum.

Tað kann møguliga merkja, at eitt nú Erhard Joensen fer at atkvøða fyri.